Upptakt: Føroyar - Grikkaland

10. sept. 2024 | Betri deildin - menn

Klokkan 17:30 í kvøld spæla Føroyar móti Grikkalandi í EM undankappingini fyri U21. Hetta er áttandi dysturin hjá føroyska liðnum í hesari undankappingini, har teir higartil hava fingið sjey stig.

Í november 2023 spældu Føroyar á útivølli móti Grikkalandi, og tann dystin vunnu grikkar 3-0. Tað er eisini eitt sterkt grikst lið, sum kemur á vitjan við Djúpumýru. Teir liggja í løtuni nummar trý í bólkinum, og hava, síðani dystin móti Føroyum, vunnið á Portugal og tapt fyri Belarus, sum Føroyar annars vunnu ímóti á útivølli.

Føroysku liðið hevur seinastu dagarnar fyrireikað seg til uppgávuna við Djúpumýru, og lagið í hópinum er gott. Eftir seinastu venjingina undan dystinum, hittu vit Beinir Nolsøe, sum skoraði móti Kroatia farna hósdag, og Atla Gregersen, hjálparvenjara.

Sí innslagið niðanfyri.

Upptakt: Føroyar – Grikkaland

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.