Hæddarpunkt, Løgmanssteypið

29. mai. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: Tað var meira brennievni á motorinum hjá tvøramonnum enn hjá mótstøðuliðnum, tá ið teir í dag tóku ímóti B36. Tvørámenn vardu væl, og tá ið tað var brúk fyri honum var TB-málverjin, Anders Tønnesen, klárur hvørja ferð. Avgerandi málið kom í 89. minutti, tá Nikolei Johannesen setti eitt brotsspark í málið. TB vann 1-0.

Fyrra hálvfinalan millum HB og Víking bleiv sera dramatisk. HB vann 1-0 við máli frá Jacob Johansson, men kolldømd mál, reytt kort og Víkingur, sum vildi hava brotsspark, myndaðu eisini dystin.

(tíverri er einki ljóð á byrjanini til hæddarpunktini í dystinum millum HB og Víking)

TB – B36 1-0
Mikudagin 29. mai
við Stórá, Trongisvágur

HB – Víkingur 1-0
Mikudagin 29. mai
Gundadalur, Tórshavn

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.