Taptu tepurt fyri Kroatia.

5. sept. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: Føroyar taptu 1-2 fyri Kroatia í Zagreb. Føroyska liðið skapti nógvar málmøguleikar og hevði uppiborið at fingið meira burturúr. Kroatisku málini komu bæði frá brotsspørkum. Serliga tað fyrra brotssparkið var ógvuliga ivasamt. Føroyska málið kom, tá ið 92 minuttir vóru farnir. Beinir Nolsøe úr NSÍ kom væl inn í kroatiska brotssteigin og skallaði bóltin í málið. Hetta hendi, meðan føroyska liðið spældi við tíggju monnum ímóti ellivu, tí tá 20. minuttir vóru eftir av dystinum fekk Gullbrandur Øregaard beinleiðis reytt kort.

Kroatia U21 – Føroyar U21 2-1
Hósdagin 04. september
Sport Centre Rudes, Zagreb

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.