Samandráttir frá 9. umfari

12. mai. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: Hóast bæði B68 og ÍF høvdu fleiri møguleikar til at avgera dystin, B68 brendi millum annað eitt brotsspark, so endaði tað við málleysum javnleiki á Svangaskarði.

Búi Egilsson spældi ein sera góðan dyst fyri NSÍ og við tveimum málum var hann við til at tryggja vespunum 4-1 sigur á 07 Vestur.

Gutti Dahl-Olsen skoraði móti sínum fyrrverandi liðfeløgum, tá B36 vann 1-0 á EB/Streymi.

Skála helt HB frá málinum fyrstu 45 minuttirnar, men í seinna hálvleiki bragdaði hjá gestunum, sum vunnu 3-0.

19 ára gamli, Dávid. B. Andreasen kom av beinkinum og bleiv dystaravgerandi, tá hann skoraði sigursmálið í 2-1 sigrinum hjá KÍ á Víkingi.

KÍ – Víkingur 2-1
Sunnudagin 12. mai
við Djúpumýru, Klaksvík

Skála – HB 0-3
Mánadagin 13. mai
undir Mýruhjalla, Skála

NSÍ – 07 Vestur 4-1
Mánadagin 13. mai
við Løkin, Runavík

B36 – EB/Streymur 1-0
Mánadagin 13. mai
Gundadalur, Tórhavn

ÍF – B68 0-0
Týsdagin 14. mai
í Fløtugerði, Fuglafjørður

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.