Samandráttir frá 8. umfari

4. mai. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: Við 2-1 sigri á ÍF í Fløtugerði hevur Skála nú tíggju stig, og hevur eisini lyft seg upp á sætta pláss.

NSÍ vann 2-1 í grannauppgerðini á B68. Bartal Páll Klein skoraði fyri B68 í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki svaraðu Búi Egilsson og Dion Splidt aftur fyri NSÍ. Petur Knudsen legði upp til bæði NSÍ-málini.

Víkingur hevur enn fult stigatal. Víkingur vann við 3-1 sigri á EB/Streymi áttanda dystin á rað í ársins landskapping.

KÍ vann 2-0 á 07 Vestur í Klaksvík. Gestirnir spældu ein stóran part av dystinum við tíggju móti ellivu, tí Frederic Lucas Hols bleiv útvístur, tá bara 20. minuttir vóru farnir. Cedric Yambere og Páll Klettskarð skoraðu fyri KÍ.

B68 – NSÍ 1-2
Leygardagin 04. mai
Svangaskarð, Toftir

EB/Streymur – Víkingur 1-3
Leygardagin 04. mai
við Margáir, Streymnes

KÍ – 07 Vestur 2-0
Leygardagin 04. mai
við Djúpumýru, Klaksvík

ÍF – Skála 1-2
Sunnudagin 05. mai
í Fløtugerði, Fuglafjørður

HB – B36 2-1
Sunnudagin 05. mai
Gundadalur, Tórshavn

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.