
Samandráttir frá 7. umfari
29. apr. 2024 | Betri deildin - mennMENN: EB/Streymur hótti KÍ, og sundalagsmenn høvdu møguleikar til at javna, men tað var málið hjá Jóannesi Kalsø Danielsen, ið syrgdi fyri, at KÍ fór heim við einum 1-0 sigri.
ÍF var ógvuliga nær við at vinna sín fyrsta landskappingardyst í ár, men máttu noyðast við 3-3 javnleik, hóast ÍF eitt skifti var á odda 3-1. Hetta var fjórði landskappingardysturin á rað, at B36 fór av vøllinum uttan ein sigur.
Ungi miðvallarin Eivind Restorff Mouritsen skoraði tvær ferðir í 3-0 sigrinum hjá HB á 07 Vestur. Mathias Voss kom eisini á máltalvuna.
Góða gongdin hjá Víkingi heldur fram. Hesaferð vunnu teir 1-0 á NSÍ í Runavík. Poul Kallsberg skoraði málið.
Við 3-1 sigri á B68 vann Skála sær trý sera kærkomin stig. Karl Martin Johansen, Dávid Johansen og Carlos Ferreira skoraðu fyri Skála. Villiam Klein skoraði fyri B68.
B36 – ÍF 3-3
Mánadagin 29. apríl
Gundadalur, Tórshavn
Skála – B68 3-1
Mánadagin 29. apríl
undir Mýruhjalla, Skála
NSÍ – Víkingur 0-1
Mánadagin 29. apríl
við Løkin, Runavík
07 Vestur – HB 1-3
Mánadagin 29. apríl
á Dungasandi, Sørvágur
EB/Streymur – KÍ 0-1
Týsdagin 30. apríl
við Margáir, Streymnes