Samandráttir frá 7. umfari

26. apr. 2025 | Betri deildin - menn

MENN: Tað er als eingin slingur í valsinum hjá oddaliðnum, NSÍ. Í dag vunnu teir 5-0 á EB/Streymi. Brandur H. Olsen vísti seg aftur í dag frá síni bestu síðu við at skora hatrikk

Páll Klettskarð og Patrik Johannesen skoraðu báðir tvær ferðir í 4-0 sigri hjá KÍ á FC Suðuroy á Eiðinum í Vági.

Víkingur vann annan sigurin á rað. Í dag vitjaðu teir á Toftum, og fór heim aftur við einum 1-0 sigri. Poul Kallsberg skoraði sigursmálið.

Tað sá leingi út sum, at TB fór at fáa eitt stig við heim úr Gundadali, men í 93. minutti syrgdi Ási Dam fyri sigursmálinum hjá HB, sum endaði við at vinna 3-2.

Góða gongdin hjá B36 heldur fram. Við málum frá Marius Kryger Lindh (2) og Philip Djordjevic vann árstalsfelagið 3-1 á 07 Vestur á Dungasandi. Øll málini komu í fyrra hálvleiki. Brage Prestmo Kvithyld skoraði fyri 07 Vestur.

FC Suðuroy – KÍ 0-4
Leygardagin 26. apríl
á Eiðinum, Vágur

B68 – Víkingur 0-1
Leygardagin 26. apríl
Svangaskarð, Toftir

HB – TB 3-2
Leygardagin 26. apríl
Gundadalur, Tórshavn

07 Vestur – B36 1-3
Leygardagin 26. apríl
á Dungasandi, Sørvágur

EB/Streymur – NSÍ 0-5
Leygardagin 26. apríl
í Hólmanum, Eiði

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.