Samandráttir frá 25. umfari

4. okt. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: EB/Streymur hevur tryggjað sær, at teir aftur eru í Betri deildini í komandi ári. EB/Streymur vann 1-0 á B36 við máli frá Boubacar Dabo. Úrslitið hevur við sær, at EB/Streymur nú hevur 25. stig, og tí eisini er sloppið frá niðurflytingarvanda.

HB vann tepran sigur á 07 Vestur í Gundadali. Heimaliðið vann 1-0 við máli frá Sammy Skytte, sum hann skoraði, tá ið 76 minuttir vóru farnir.

Víkingur er nú so nær við at blíva føroyameistari, sum tað ber til at vera. Í kvøld vunnu víkingarnir heili 5-0 á ÍF. Sigurin hevur við sær, at tað ber mest sum ikki til at fáa Víking aftur á stigatalvuni. Tó mangla teir enn at koma teir síðstu sentimetrarnar yvir um mállinjuna.

Á Svangaskarði spældu B68 og Skála 1-1 í spennandi botndystinum. Skálamenn eru helst glaðar fyri javnleikin, tí hann hevur við sær, at teir halda seg eitt stig framman fyri B68, sum er beint niðanfyri niðurflytingarstrikuni.

KÍ endar í øllum førum á øðrum plássi í ár. Við 3-1 sigri á NSÍ hava teir bláu tryggjað sær, at teir fáa silvurheiðursmerkini um hálsin.

Víkingur – ÍF 5-0
Fríggjadagin 04. oktober
í Sarpugerði, Norðragøta

KÍ – NSÍ 3-1
Fríggjadagin 04. oktober
við Djúpumýru, Klaksvík

B68 – Skála 1-1
Fríggjadagin 04. oktober
Svangaskarð, Toftir

HB – 07 Vestur 1-0
Leygardagin 05. oktober
Gundadalur, Tórshavn

EB/Streymur – B36 1-0
Leygardagin 05. oktober
við Margáir, Streymnes

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.