Samandráttir frá 24. umfari

28. sept. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: Víkingur nærkast av álvara FM-heitinum. Í kvøld vunnu teir 3-0 á Skála við málum frá Jákup Johansen, Sølva Vatnhamar og sjálvmáli frá Markusi Hellisdal.

KÍ vann tepran 1-0 sigur á 07 Vestur á Dungasandi. Páll Klettskarð skoraði sigursmálið. Hetta var tjúgunda málið hjá toppskjúttanum í Betri deildini í ár. KÍ-verjuspælarin, Odmar Færø, bleiv útvístur, tá ið 86. minuttir vóru spældir.

EB/Streymur vann sær trý sera týdningarmikil stig, tá ið sundalagsmenn í dag vunnu 4-1 á NSÍ. NSÍ kom á odda við máli frá Betuel Hansen, sum syrgdi fyri, at NSÍ var á odda 1-0 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki svaraði EB/Streymur aftur. Kristian Svabo Eliasen, Jóhann Hansson Joensen og Philip Djordjevic (2) skoraðu, og syrgdu eisini fyri 4-1 sigri.

Botnstríðið er framvegis sera spennandi. B68 vann í dag 3-1 á ÍF, og tað hevur við sær,at toftamenn nærkast feløgunum, sum liggja beint omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Í Gundadali fingu grannarnir HB og B36 eitt stig í part. Dysturin endaði 2-2. Hálvleiksstøðan var 1-1.

ÍF – B68 1-3
Leygardagin 28. september
í Fløtugerði, Fuglafjørður

B36 – HB 2-2
Leygardagin 28. september
Gundadalur, Tórshavn

EB/Streymur – NSÍ 4-1
Leygardagin 28. september
Margáir, Streymnes

07 Vestur – KÍ 0-1
Sunnudagin 29. september
á Dungasandi, Sørvágur

Skála – Víkingur 0-3
Mánadagin 30. september
undir Mýruhjalla, Skála

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.