Samandráttir frá 3. umfari

15. mar. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: Hóast 07 Vestur var aftan fyri 1-2 ímóti EB/Streymi, endaði tað við, at vágamenn vunnu 4-2. Emil Pedersen skoraði síðsta málið í dystinum við sparki frá egnari hálvu.

Føroyarmeistararnir úr KÍ vóru kroystir av uppflytaranum úr NSÍ, sum eitt skifti var á odda 2-0. KÍ svaraði tó væl aftur og vendi dystinum til 3-2 sigur.

Fýra ymiskir spælarar vóru millum málskjúttarnar í greiða 4-0 sigrinum hjá HB á ÍF.

Reytt kort varð givið til báðar partar undir Mýruhjalla, har B36 vann sannførandi 4-1 sigur á Skála.

Góða gongdin hjá Víkingi heldur fram. Felagsliðið hevur enn fult stigatal. Í dag vunnu teir 2-0 á B68 við málum frá Finni Justinussen og Poul Kallsberg.

KÍ – NSÍ 3-2
Mánadagin 01. apríl
við Djúpumýru, Klaksvík

HB – ÍF 4-0
Mánadagin 01. apríl
Gundadalur, Tórshavn

Skála – B36 1-4
Mánadagin 01. apríl
undir Mýruhjalla, Skála

Víkingur – B68 2-0
Mánadagin 01. apríl
í Sarpugerði, Norðragøta

07 Vestur – EB/Streymur 4-2
Týsdagin 02. apríl
á Dungasandi, Sørvágur

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.