Samandráttir frá 2. umfari

12. apr. 2023 | Betri deildin - menn

MENN: TB stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í øðrum umfari við at spæla málleysan javnleik ímóti HB. KÍ vann 2-0 á AB, og hevur framvegis fult stigatal. Tveir spælarar blivu útvístir í Fuglafirði, har ÍF vann flottan 3-0 sigur á EB/Streymi. B68 og Víkingur spældu sera undirhaldandi 3-3 javnleik. B36 var aftan fyri 0-1, men vann 3-2 á 07 Vestur.

AB – KÍ 0-2
Mikudagin 12. apríl
Inni í Vika, Argir

ÍF – EB/Streymur 3-0
Mikudagin 12. apríl
í Fløtugerði, Fuglafjørður

B68 – Víkingur 3-3
Mikudagin 12. apríl
Svangaskarð, Toftir

B36 – 07 Vestur 3-2
Mikudagin 12. apríl
Gundadalur, Tórshavn

TB – HB 0-0
Mikudagin 12. apríl
við Stórá, Trongisvágur

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.