Samandráttir frá 19. umfari

19. aug. 2023 | Betri deildin - menn

MENN: Við málum frá Valerijs Sabala og Sonna Ragnar Nattestad vann B36 2-0 á B68.

Annan dystin á rað misti oddaliðið, KÍ, stig. Hesaferð spældi teir javnleik ímóti 07 Vestur.

EB/Streymur vann aftur í dag trý sera týdningarmikil stig, sum hava við sær, at teir nú eru sjey stig frá niðurflytingarstrikuni. EB/Streymur vann 4-1 á AB, sum liggur einsamalt á tíggjunda plássi.

TB-spælararnir vóru sera ónøgdir í Gøtu, tí teir hildu brotssparkið, sum bleiv dømt til Víking var sera ivasamt. Sølvi Vatnhamar setti brotssparkið í netið, og Víkingur vann 1-0.

Adrian Justinussen verður uttan iva ein av kandidatinum, tá ársins mál fyri 2023 skal veljast. Adrian skoraði eitt sera flott mál, tá hann legði HB á odda 3-1, sum eisini bleiv endaliga úrslitið ímóti ÍF

HB – ÍF 3-1
Leygardagin 19. august
Gundadalur, Tórshavn

Víkingur – TB 1-0
Sunnudagin 20 . juli
inni í Vika, Argir

KÍ – 07 Vestur 1-1
Sunnudagin 20 . juli
við Djúpumýru, Klaksvík

EB/Streymur – AB 4-1
Sunnudagin 20. august
í Hólmanum, Eiði

B36 – B68 2-0
Mánadagin 21. august
Gundadalur, Tórshavn

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.