
Samandráttir frá 18. umfari
11. aug. 2023 | Betri deildin - mennMENN: 07 Vestur tryggjaði sær øll trý stigini við at skora sigursmálið í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. 07 Vestur vann 3-2 á B68. Í Fuglafirði var málveitsla. HB vann 7-2 á ÍF. Í Gundadali var als eingin slingur í valsinum hjá B36, sum vann 4-0 á TB. EB/Streymur tryggjaði sær trý sera týdningarmikil stig við at vinna 3-1 á AB í botndystinum á Argjum. Víkingur bleiv fyrsta liðið, sum megnaði at vinna á KÍ í ársins landskapping. Víkingur vann 2-1. Undan dystinum hevði KÍ vunnið 16 dystir á rað.
Víkingur – KÍ 2-1
Fríggjadagin 11. august
Sarpugerði, Norðragøta
AB – EB/Streymur 1-3
Leygardagin 12. august
inni í Vika, Argir
ÍF – HB 2-7
Sunnudagin 13. august
í Fløtugerði, Fuglafjørður
B36 – TB 4-0
Sunnudagin 13. august
Gundadalur, Tórshavn
B68 – 07 Vestur 2-3
Sunnudagin 13. august
Svangaskarð, Toftir