Samandráttir frá 16. umfari

3. jul. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: EB/Streymur vann á ÍF í botndystinum. Boubacar Dabo skoraraði sigursmálið, tá ið 63 minuttir vóru farnir.

NSÍ-spælarar og viðhaldsfólk kunnu halda Eystanstevnu í góðum hýri. Vespurnar vunnu sera sannførandi 4-0 sigur á 07 Vestur.

Víkingur vísti seg sum sannan FM-biðil, tá teir í dag vunnu 2-0 á HB við málum frá Olafi Bárðarson og Finni Justinussen.

KÍ vann 4-2 á B36 á nýggja graslíkinum við Djúpumýru. Støðan var 1-1 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki var heimaliðið einaráðandi.

Skála og B68 fingu eitt stig í part í fyrsta dystinum í sekstanda umfari. B68 var á odda 1-0 í hálvleikinum við máli frá Bárði Jensen. Í seinna hálvleiki javnaði Carlos Ferreira til 1-1, sum bleiv endaliga úrslitið.

Skála – B68 1-1
Mikudagin 03. juli
undir Mýruhjalla, Skála

KÍ-B36 4-2
Hósdagin 04. juli
við Djúpumýru, Klaksvík

Víkingur – HB 2-0
Hósdagin 04. juli
Sarpugerði, Norðragøta

NSÍ – 07 Vestur 4-0
Fríggjadagin 05. juli
við Løkin, Runavík

ÍF – EB/Streymur 0-1
Leygardagin 06. juli
í Fløtugerði, Fuglafjørður

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.