
Samandráttir frá 15. umfari
28. jun. 2024 | Betri deildin - mennMENN: 07 Vestur vann annan sigurin á rað við 1-0 á ÍF. Oddur Petersen skoraði sigursmálið, tá ið 26. minuttir vóru farnir.
B36 dystast nú aftur av álvara um fjórða plássið. B36 vann 3-0 á Skála, og er nú bara tvey stig aftan fyri NSÍ á fjórða plássinum.
EB/Streymur megnaði at halda Víkingi frá at skora í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki var oddaliðið til at kenna aftur. Víkingur skoraði fýra ferðir í seinna hálvleiki og vann 4-0.
B68 lyfti seg upp um niðurflytingarstrikuna, tá teir í kvøld vunnu ein sera flottan sigur á oddaliðnum, HB. B68 vann 1-0 við máli frá Bartali Páll Klein.
KÍ bjargaði sær øll trý stigini í Runavík. NSÍ kom á odda 1-0 við máli frá Klæminti Olsen. Páll Klettskarð minkaði fyrst um munin til 1-1, og í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, skoraði Árni Frederiksberg sigursmálið við brotssparki.
B68 – HB 1-0
Fríggjadagin 28. juni
Svangaskarð, Toftir
NSÍ-KÍ 1-2
Fríggjadagin 28. juni
við Løkin, Runavík
Víkingur – EB/Streymur 4-0
Leygardagin 29. juni
Sarpugerði, Norðragøta
B36 – Skála 3-0
Leygardagin 29. juni
Gundadalur, Tórshavn
07 Vestur – ÍF 1-0
Sunnudagin 30. juni
á Dungasandi, Sørvágur