Samandráttir frá 13. umfari

15. jun. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: Víkingur og HB eru framvegis fremst í Betri Deildini, eftir tveir sannførandi sigrar á útivølli. HB vann 4-1 á 07 Vestur á Dungasandi. Áki Samuelsen skoraði hattrik.

Víkingur vann ein sannførandi 4-0 sigur á Skála.

Í Gundadali fekk Magne Hoseth bara eitt stig í sínum fyrsta dysti, tá B68 var á vitjan. Hannes Agnarsson og Brian Jakobsen skoraðu málini.

Céderic Yambéré gjørdist hetjan hjá KÍ, tá hann við tveimum málum tryggjaði KÍ sigurin í evstu løtu.

Í Fløtugerði vann NSÍ ein tryggan 3-0 sigur á ÍF, sum framvegis eru aftast í deildini.

Skála – Víkingur 0-4
Leygardagin 15. juni
undir Mýruhjalla, Skála

B36 -B68 1-1
Leygardagin 15. juni
Gundadalur, Tórshavn

07 Vestur – HB 1-4
Leygaradagin 15. juni
á Dungasandi, Sørvágur

ÍF – NSÍ 0-3
Sunnudagin 16. juni
í Fløtugerði, Fuglafjørður

EB/Streymur – KÍ 1-2
Sunnudagin 16. juni
við Margáir, Streymnes

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.