
Samandráttir frá 11. umfari
29. jun. 2024 | Betri deildin - kvinnurKVINNUR: Skála og FC Hoyvík spældu ein sera undirhaldandi dyst við nógvum málum og málmøguleikum. Partarnir fingu eitt stig í part í 2-2 javnleikinum.
NSÍ bjóðar av um FM-heitið. Í dag vunnu tær heili 6-1 á B36. NSÍ er trý stig aftanfyri oddaliðið, Víking.
Víkingur hevur beina kós móti FM-heitinum. Víkingur vann ein sera týdningarmiklan 1-0 sigur á KÍ við máli frá Jensu Tórolvsdóttir.
HB skoraði í fyrsta minutti, og vann 7-0 í útsetta dystinum móti TB/FCS/Royn.
Víkingur – KÍ 1-0
Leygardagin 29. juni
Sarpugerði, Norðragøta
NSÍ – B36 6-1
Týsdagin 02. juli
við Løkin, Runavík
Skála – FC Hoyvík 2-2
Leygardagin 06. juli
undir Mýruhjalla, Skála
HB – TB/FCS/Royn 7-0
Mikudagin 14. august
Tórsvøllur, Tórshavn