
Samandráttir frá 11. umfari
25. mai. 2024 | Betri deildin - mennMENN: EB/Streymur vann sær trý sera týdningarmikil stig, tá teir sunnudagin vunnu greiðan 3-0 sigur á Skála.
Føroyameistarin, KÍ, vann eisini sannførandi í dag. Við 4-0 sigri á B68 eltir KÍ enn fyrsta plássið.
NSÍ vísti treiskni við Løkin, har vespurnar eitt skifti vóru aftanfyri 0-2 móti B36. NSÍ svaraði aftur og fekk eitt stig í 2-2 javnleikinum.
Sammy Skytte skoraði sigursmálið í 1-0 sigri hjá HB á ÍF.
Oddaliðið Víkingur fekk ein hvøkk, tá gestirnir úr 07 Vestur løgdu seg á odda 1-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Men í seinna hálvleiki vóru Víkingarnir til at kenna aftur, og teir vunnu ógvuliga sannførandi 5-1.
HB – ÍF 1-0
Leygardagin 25. mai
Gundadalur, Tórshavn
NSÍ – B36 2-2
Leygardagin 25. mai
við Løkin, Runavík
Víkingur – 07 Vestur 5-1
Leygardagin 25. mai
í Sarpugerði, Norðragøta
KÍ – B68 4-0
Sunnudagin 26. mai
við Djúpumýru, Klaksvík
EB/Streymur – Skála 3-0
Sunnudagin 26. mai
við Margáir, Streymnes