
Samandráttir frá 1. umfari
19. mar. 2025 | Betri deildin - mennKvinnur: NSÍ, HB, KÍ og 07 Vestur sigraðu í fyrsta umfari í Betri deildini.
Í Gundadali stóð eina løtu á hjá HB, tí tá tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki javnaði B36 til 1-1. HB svaraði tó aftur, og tær endaðu við at vinna 3-1.
Í Hoyvík vunnu føroyameistararnir úr NSÍ heili 18-0 á FC Hoyvík.
KÍ fekk sera góða byrjan, og við 5-1 sigri á Víkingi vístu tær, at vit skulu rokna við teimum í FM-stríðnum aftur í ár.
Við einum máli í hvørjum hálvleiki tryggjaði 07 Vestur sær øll trý stigini á Dungasandi í dysti móti Skála.
HB – B36 3-1
Mikukvøldið 19. mars
Gundadalur, Tórshavn
KÍ – Víkingur 5-1
Sunnudagin 19. mars
við Stórá, Trongisvágur
07 Vestur – Skála 2-0
Fríggjadagin 19. mars
á Dungasandi, Sørvágur