Samandráttir frá 1. umfari

28. feb. 2023 | Betri deildin - menn

MENN: Páll Klettskarð var í toppformi við fýra málum í 7-1 sigrinum hjá KÍ á TB. B36 fekk eina flúgvandi byrjan við 3-0 sigri á Víkingi. Nýggju álopsspælararnir hjá HB vóru í essinum í 4-1 sigri á B68. Sigfríður Clementsen fekk eina dreymabyrjan sum venjari hjá EB/Streymi við 2-0 sigri á AB. Uros Stojanov revsaði sínar fyrrverandi liðfelagar, tá ið hann skoraði sigursmálið í 1-0 sigrinum hjá 07 Vestur á ÍF. Her eru samandráttir frá 1. umfari í Betri deildini við monnum.

KÍ 7 – 1 TB
Sun. 5. mars
við Djúpumýru, Klaksvík

VÍK 0 – 3 B36
Sun. 5. mars
í Sarpugerði, Norðragøta

HB 4 – 1 B68
Sun. 5. mars
Gundadalur, Havn

EB/STR. 2 – 0 AB
Sun. 5. mars
í Hólmanum, Eiði

07V 1 – 0 ÍF
Sun. 5. mars
á Dungasandi, Sørvágur

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.