
Martin fegin um skiftið til Aarhus Fremad
10. sept. 2024 | Betri deildin - mennEftir tvey ár í Viborg FF hevur Martin Agnarsson skift til Aarhus Fremad. Tíðin hjá Martini í Viborg hevur verið nógv merkt av skaðum, og tá útlitini til regluliga spælitíð ikki vóru góð, valdi ungi havnamaðurin at skifta felag.
Men tað var ikki fyrr enn í seinastu tímunum av flytingarvindeyganum, at Martin skrivaði undir við Aarhus Fremad, sum spælir í donsku 2. division.
Sí samrøðu við Martin, har hann greiðir frá skiftinum.
Samrøða við Martin Agnarsson