
KÍ lyfti stórsteypið
2. mar. 2025 | Betri deildin - mennVið 2-1 sigri á NSÍ vann KÍ ársins stórsteyp.
Tað var tó Heidi Sevdal, ið legði NSÍ á odda, tá ið ein tími var spældur. Men tíggju minuttir seinni javnaði Durita Hummeland til 1-1. Eyðvør Klakstein syrgdi fyri sigursmálinum, tá ið eitt korter var eftir av dystinum.
NSÍ – KÍ 1-2
Leygardagin 02. mars
Tórsvøllur, Tórshavn