
HB tapti tepurt fyri Progrés Niederkorn
18. sept. 2024 | Betri deildin - mennHæddarpunkt: Hóast HB skapti flestu málmøguleikarnir, so vóru tað gestirnir úr Luksemborg, Progrés Niederkorn, ið fóru heim aftur við einum 2-1 sigri í UEFA Youth League dystinum á Tórsvølli. Finnur Arnifinnsson skoraði málið fyri HB, tá ið hann tíðliga í seinna hálvleiki javnaði til 1-1.
Enn er tó einki avgjørt, tí liðini møtast aftur í Luksemborg tann 2. oktober.
Hetta er fyrstu ferð, at føroyskt felag luttekur í UEFA Youth League.
HB – Progrés Niederkorn 1-2
Mikudagin 18. september
Tórsvøllur, Tórshavn