
EB/Streymur vann í Vági
22. mar. 2025 | Betri deildin - mennMenn: EB/Streymur vann sær fyrsta sigurin í ársins landskapping, tá teir í dag vunnu 2-0 á FC Suðuroy í Vági.
Gestirnir vóru á odda 1-0 í hálvleikinum. Hunter Boaz Bell var óheppin, tí hann gjørdi sjálvmál, tá ið hálvur tími var spældur.
Tá 70. minuttir vóru spældir økti Virgar Jónsson til 2-0 fyri EB/Streym.
FC Suðuroy – EB/Streymur 0-2
Leygardagin 22. mars
á Eiðinum, Vágur