
Betri deildin
Beinleiðis í Televarpinum
Aftur í ár verða allir 135 dystirnir í Betri Deildini við monnum vístir beinleiðis á Rás1 og netrásunum R2, R3, R4 og R5. Allir Televarpskundar hava nú atgongd til Rás1 og R2, sama hvat hald teir hava, meðan kundar, sum hava Stórapakka, eisini hava atgongd til R3. Kundar, sum hava Stórapakka+, hava atgongd til allar rásirnar.
Hvar síggjast rásirnar?
Rás1 sæst í sjónvarpinum, Televarpsappini og netvarpinum á tv.fo, meðan netrásirnar síggjast á appini og netvarpinum, men dámar tær betri at síggja allar dystir, tú hevur atgongd til, í sjónvarpinum, viðmæla vit Televarpið sum IPTV. Við IPTV verða allar rásirnar tøkar í sjónvarpinum, og harumframt fylgja nógvir snildir hentleikar við. Les meira um IPTV her.
Nýggir prísir fyri hvønn dyst
Tey, sum ikki hava Televarpshald, kunnu síggja allar dystirnar eins og undanfarin ár. Á heimasíðuni tv.fo kann ein og hvør keypa sær rættindi at síggja dystir, sum kosta 63 krónur hvør í ár. Hvør dystur er dýrkaður við 20 krónum orsaka av rættindum og framleiðslukostnaði, samstundis sum hetta gevur eina betri javnvág millum prísir í Televarpinum og prísir við dyrnar til dystir.
Samandráttir á tv.fo
Undanfarin ár hava samandráttir verið sendir á Rás1, og tað verða teir aftur í ár, men í ár verða allir samandráttir eisini tøkir á tv.fo. Í ár verður dentur eisini lagdur á at gera samrøður við leikarar og venjarar, og hesar samrøður verða eisini at síggja í samandráttunum.

Hjálp
Ofta spurdir spurningar
Far til forsíðuna, vel síðuna, har sum tú kanst keypa dystir í Betri Deildini, og trýst á keyp-knøttin. Hygg eftir sjónbandinum og síggj, hvussu tú keypir dyst:
Sum oftast er orsøkin, at tú hevur hevur ein aktivan yndislista (favoritliste), har rásirnar ikki eru valdar.
Til ber at rætta hetta soleiðis:
- Far inn á Menu
- Vel Favoritter
- Vel Alle
- Vel Aktiver Alle
Kagi er føroyska orðið fyri browser, sum verður brúkt til at leita á internetinum. Tað eru fleiri ymiskir kagar, men tá ið tú hyggur at netvarpinum, viðmæla vit at brúka Edge, Google Chrome ella Mozilla Firefox.
Tað ber ikki til at brúka Netvarpið á Safari.
Krøv til stýriskipanina: OS X 11.6/Windows 10 eller nýggjari.
Tað kann koma fyri, at tú ikki finnur eina ella fleiri rásir á Televarpsappini. Sum oftast er orsøkin, at tú hevur aktiverað aktivan yndislista (favoritliste), har rásirnar ikki eru valdar.
Til ber at rætta hetta á fylgjandi hátt:
Sprechen Sie Deutsch? Nein? Tað bilar einki, tí tú noyðist ikki at duga týskt á Televarpsappini. Tú kanst velja millum føroyskt sum standard, men eisini danskt og enskt.
Soleiðis broytir tú mál um neyðugt:
1.
Trýst á “Menu” ovast til vinstru.

2.
Vel “Stillingar”.

3.
Vel “Skift mál”.

4.
Vel málið, tú vilt hava.

Fyrst av øllum skalt tú taka Televarpsappina niður sum allar aðrar appir. Far inn á App Store ella Google Play og leita eftir ’Televarpið’ og installera appina. Appin er ókeypis, og tú sært tær rásirnar, ið tín Televarpspakki hevur. Tá ið tú hevur tikið appina niður, skalt tú rita inn við tínum brúkaranavni og loyniorði.
Hevur tú ikki brúkaranavn og loyniorð, kanst tú skráseta teg á sjálvgreiðsluni ella við at ringja til okkum á 340 340. Tá ið tú hevur gjørt tað, fylgir tú hesi vegleiðing:
Innritan

1. Skriva títt brúkaranavn (Teldupostadressa)
2. Skriva títt loyniorð
3. Set flugubein í “Automatisk login i fremtiden”, um tú vilt at appin skal minnast til tín
4. Trýst á inn Login
Skráin og rásir

1. Trýst á rásina í vinstru síðu fyri at fáa tann lítla avspælaran fram
2. Trýst á tann lítla avspælaran fyri at fáa stóran skerm
3. Trýst á pílin út fyri rás-navnið fyri at fáa kunning um sendingina og skránna. Um tú vilt vita meira um eina sending, kanst tú trýsta á sendingina og síðani “les meira”
4. Trýst á stop-knøttin fyri at steðga sendingini
Avspælarin

1. Fyri at fáa valmøguleikarnar fram, meðan tú hyggur eftir eini sending, skalt tú trýsta á skermin
2. Trýst á symbolið í miðjuni fyri at fara aftur til rás yvirlit
3. Tann grøna linjan vísir, hvussu langt tú ert komin í sendingini
4. Trýst á pílin til høgru ella vinstru fyri at skrifta rás
Menu og annað

1. Skrá
2. Stillingar
3. Hjálp
4. Rita út
5. Trýst á krossin fyri at koma aftur til skránna og rásirnar
Inni á stillingar hevur tú møguleikan at gera broytingar. Tú kanst t.d velja at gera ein yndislista og raða rásirnar eftir ynski. Tørvar tær hjálp kanst tú seta teg í samband við Televarpið umvegis telefon 340 340 ella á telduposti tv@tv.fo
Televarpsappin er tøk til iOS og Android. Trýst á leinkið niðan fyri fyri at taka appina niður:
Hald

App/netvarpsrásir
IPTV





0 kr/mðn.
