
Samandráttir frá 7. umfari
26. apr. 2025 | Betri deildin - mennMENN: Tað er als eingin slingur í valsinum hjá oddaliðnum, NSÍ. Í dag vunnu teir 5-0 á EB/Streymi. Brandur H. Olsen vísti seg aftur í dag frá síni bestu síðu við at skora hatrikk
Páll Klettskarð og Patrik Johannesen skoraðu báðir tvær ferðir í 4-0 sigri hjá KÍ á FC Suðuroy á Eiðinum í Vági.
Víkingur vann annan sigurin á rað. Í dag vitjaðu teir á Toftum, og fór heim aftur við einum 1-0 sigri. Poul Kallsberg skoraði sigursmálið.
Tað sá leingi út sum, at TB fór at fáa eitt stig við heim úr Gundadali, men í 93. minutti syrgdi Ási Dam fyri sigursmálinum hjá HB, sum endaði við at vinna 3-2.
Góða gongdin hjá B36 heldur fram. Við málum frá Marius Kryger Lindh (2) og Philip Djordjevic vann árstalsfelagið 3-1 á 07 Vestur á Dungasandi. Øll málini komu í fyrra hálvleiki. Brage Prestmo Kvithyld skoraði fyri 07 Vestur.
FC Suðuroy – KÍ 0-4
Leygardagin 26. apríl
á Eiðinum, Vágur
B68 – Víkingur 0-1
Leygardagin 26. apríl
Svangaskarð, Toftir
HB – TB 3-2
Leygardagin 26. apríl
Gundadalur, Tórshavn
07 Vestur – B36 1-3
Leygardagin 26. apríl
á Dungasandi, Sørvágur
EB/Streymur – NSÍ 0-5
Leygardagin 26. apríl
í Hólmanum, Eiði