Samandráttir frá 3. umfari

30. mar. 2025 | Betri deildin - menn

MENN: NSÍ vann óvanliga stóran sigur í grannauppgerðini ímóti B68. NSÍ vann heili 11-0. Hálvleiksstøðan var 4-0. Petur Knudsen fekk hatrikk í dystinum. Klæmint Olsen og Brandur Olsen skoraðu tvær ferðir, og hini málini skoraðu Beinir Nolsøe, Aron Knudsen og Emil Weihe Joensen.

KÍ vann 2-1 á EB/Streymi. Páll Klettskarð og Deni Pavlovic skoraðu fyri heimaliðið. Búi Egilsson skoraði EB/Streyms-málið. Stutt fyri leiklok bleiv Meinhard Debes Geyti hjá EB/Streymi útvístur.

Við 1-0 sigri á TB vann B36 sær fyrstu stigini í ársins landskapping. Mattias Hellisdal skoraði sigursmálið í fyrra hálvleiki.

Føroyameistarin, Víkingurin, hevur enn ikki fingið sín fyrsta sigur til høldar. Í dag spældur teir málleysan javnleik ímóti 07 Vestur.

HB vann greiðan 4-0 sigur á FC Suðuroy. Heimaliðið var á odda 1-0 í hálvleikinum við máli frá Jákupi Thomsen. Í seinna hálvleiki skoraðu Noah Mneney, Emil Grønn Pedersen og Heini F. Sørensen fyri HB, sum enn hevur fult stigatal.

KÍ – EB/Streymur 2-1
Sunnudagin 30. mars
við Djúpumýru, Klaksvík

TB – B36 0-1
Sunnudagin 30. mars
við Stórá, Trongisvágur

Víkingur – 07 Vestur 0-0
Sunnudagin 30. mars
í Sarpugerði, Norðragøta

HB – FC Suðuroy 4-0
Sunnudagin 30. mars
Gundadalur, Tórshavn

NSÍ – B68 11-0
Sunnudagin 30. mars
við Løkin, Runavík

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.