
Upptakt: Føroyar - Grikkaland
10. sept. 2024 | Betri deildin - mennKlokkan 17:30 í kvøld spæla Føroyar móti Grikkalandi í EM undankappingini fyri U21. Hetta er áttandi dysturin hjá føroyska liðnum í hesari undankappingini, har teir higartil hava fingið sjey stig.
Í november 2023 spældu Føroyar á útivølli móti Grikkalandi, og tann dystin vunnu grikkar 3-0. Tað er eisini eitt sterkt grikst lið, sum kemur á vitjan við Djúpumýru. Teir liggja í løtuni nummar trý í bólkinum, og hava, síðani dystin móti Føroyum, vunnið á Portugal og tapt fyri Belarus, sum Føroyar annars vunnu ímóti á útivølli.
Føroysku liðið hevur seinastu dagarnar fyrireikað seg til uppgávuna við Djúpumýru, og lagið í hópinum er gott. Eftir seinastu venjingina undan dystinum, hittu vit Beinir Nolsøe, sum skoraði móti Kroatia farna hósdag, og Atla Gregersen, hjálparvenjara.
Sí innslagið niðanfyri.
Upptakt: Føroyar – Grikkaland