
Samandráttir frá 18. umfari
2. sept. 2024 | Betri deildin - mennMENN: Liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, setti tvey brotsspørk í netið, og tryggjaði samstundis, at oddaliðið Víkingur vann 2-1 á B36 í Gundadali. Anton Søjberg skoraði málið hjá B36.
ÍF gav KÍ ein kvøkk. Fuglfirðingar løgdu seg á odda 1-0, og teir vóru eisini á odda í hálvleikinum. KÍ megnaði tó at svara aftur í seinna hálvleiki, og teir bláu úr Klaksvík vunnu 2-1 í einum dysti, har teir spældu stóran part av seinna hálvleiki við 11 móti 10, tí Uros Stojanov hjá ÍF fekk sítt seinna gula kort.
B68 vann ein sera týdningarmiklan sigur. Toftamenn vunnu 1-0 á 07 Vestur. Alex Mellemgaard skoraði málið í seinna hálvleiki við brotssparki.
NSÍ vann 3-0 í grannauppgerðini ímóti Skála. Úrslitið sigur tó ikki alt um dystin, tí skálamenn høvdu eina rúgvu av málmøguleikum til at javna til 1-1, áðrenn NSÍ økti til 2-0.
HB avgjørdi alt í fyrra hálvleiki ímóti EB/Streymi. HB var á odda 3-0 í hálvleikinum og økti í seinna hálvleiki til endaliga úrslitið, sum bleiv 4-0 til HB.
NSÍ – Skála 3-0
Leygardagin 10. august
Við Løkin, Runavík
EB/Streymur – HB 0-4
Sunnudagin 10. august
við Margáir, Streymnes
B68 – 07 Vestur 1-0
Sunnudagin 11. august
Svangaskarð, Toftir
KÍ – ÍF 2-1
Sunnudagin 11. august
við Djúpumýru, Klaksvík
B36 – Víkingur 1-2
Mánadagin 12. august
Gundadalur, Tórshavn