
Samandráttir: Víkingur og NSÍ nærkast finaluni
16. aug. 2024 | Betri deildin - mennKVINNUR: Víkingur hevur mest sum tryggjað sær, at tær koma at spæla steypafinalu á Tórsvølli í oktober mánaði. Tær vunnu 4-0 á B36 í fyrru hálvfinaluni, sum bleiv spæld í Gundadali. Mona Rasmusdóttir skoraði tvær ferðir. Lea Lisberg og Jensa Tórólvsdóttir fingu eitt mál í part.
NSÍ sær út til at blíva hin steypafinalisturin. Tær vunnu 5-1 á HB í fyrru hálvfinaluni á Tórsvølli. Lena Olsen kom á vøllin fyri NSÍ, tá ið 55. minuttir vóru farnir, og tað lá væl fyri hjá henni. Lena skuldi bara brúka 25. minuttir, so hevði hon skorað hatrikk fyri vespurnar.
HB – NSÍ 1-5
Týsdagin 27. august
Tórsvøllur, Tórshavn
B36 – Víkingur 0-4
Mikudagin 28. august
Gundadalur, Tórshavn