Samandráttir frá 17. umfari

29. jul. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: Víkingur, B36 og HB vunnu øll greiðar sigrar mánakvøldið. Oddaliðið, Víkingur, vann heili 6-0 á ÍF. B36 vann 4-0 á EB/Streymi, og HB vann 3-0 á Skála.

Við málum frá Kristoffer Ødemarksbakken (2), Jóannesi Kalsø Danielsen og Pálli Klettskarð vann KÍ greiðan 4-0 sigur á 07 Vestur.

NSÍ vann greiðan ólavsøkusigur á grannunum úr B68. NSÍ var á odda 2-0 í hálvleikinum, og endaði við at vinna 4-1.

B68 – NSÍ 1-4
Mánadagin 29. juli
Tórsvøllur, Tórshavn

07 Vestur-KÍ 0-4
Sunnudagin 04. august
á Dungasandi, Sørvágur

EB/Streymur – B36 0-4
Sunnudagin 04. august
Gundadalur, Tórshavn

HB – Skála 3-0
Mánadagin 05. august
við Margáir, Streymnes

ÍF – Víkingur 0-6
Mánadagin 05. august
í Fløtugerði, Fuglafjørður

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.