Samandráttir frá 14. umfari

23. jun. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: Hóast Skála kom til nógvar møguleikar, vann 07 Vestur 2-1 við málum frá Emil Pedersen og Hans Erik Gunnarson. Carlos Ferreira minkaði um munin fyri Skála.

Víkingur og HB renna undan í oddanum.

Víkingur vann í dag 3-0 á B68, og HB hevur hevur fyribils sløkt fyri møguleikanum hjá KÍ at endurvinna FM. Áki Samuelsen skoraði øll málini í 3-0 sigrinum hjá HB á KÍ.

NSÍ vann sannførandi 4-0 á EB/Streymi, og í Fuglafirði bjargaði Mattias Hellisdal B36, tá hann í yvirtíðini skoraði sigursmálið í 4-3 sigrinum.

Víkingur – B68 3-0
Sunnudagin 23. juni
Sarpugerði, Norðragøta

ÍF-B36 3-4
Sunnudagin 23. juni
í Fløtugerði, Fuglafjørður

NSÍ – EB/Streymur 4-0
Sunnudagin 23. juni
við Løkin, Runavík

HB – KÍ 3-0
Sunnudagin 23. juni
Gundadalur, Tórshavn

Skála – 07 Vestur 1-2
Sunnudagin 23. juni
undir Mýruhjalla, Skála

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.