Samandráttir frá 12. umfari

1. jun. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: Víkingur spældi sannførandi í oddadystinum í Klaksvík og við málum frá Olafi Bárðarson og Arnbirni Svensson vunnu teir ljósabláu 2-0 á føroyameistaranum, KÍ.

Heðin Hansen bleiv match-vinnari fyri HB í Runavík. HB sigurin tóktist tryggur, tá teir vóru á odda 2-0. Men NSÍ svaraði tvær ferðir aftur og javnaði til 2-2. Heðin Hansen skoraði sigursmálið fyri HB, tá 91. minuttir vóru spældir.

Í Gundadali hildu B36 og 07 Vestur málveitslu. Verjurnar hjá báðum pørtum vóru í gávuhýri, og tí endaði dysturin við fýra málum í part, 4-4.

Fyri fyrstu ferð í ár eydnaðist tað B68 at fara av vøllinum í landskappingini við einum sigri. Toftamenn vunnu 2-0 á EB/Streymi. Villiam Klein skoraði bæði málini.

Skála legði trý stig afturat, tá teir í dag vunnu 3-2 á ÍF. ÍF helt seg hava javnað til 3-3 í 91. minutti, men málið bleiv kolldømt.

Skála – ÍF 3-2
Leygardagin 01. mai
undir Mýruhjalla, Skála

B68 – EB/Streymur 2-0
Leygardagin 01. juni
Svangaskarð, Toftir

KÍ – Víkingur 0-2
Sunnudagin 02. juni
við Djúpumýru, Klaksvík

B36 – 07 Vestur 4-4
Sunnudagin 02. juni
Gundadalur, Tórshavn

NSÍ – HB 2-3
Sunnudagin 02. juni
við Løkin, Runavík

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.