Samandráttir frá 10. umfari

20. mai. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: Hóast Skála hevði stórar málmøguleikar, so kom bara tað eina málið, sum Cedric Yambere skoraði í 1-0 sigrinum hjá KÍ.

Emil Pedersen og Magnus Isager skoraðu málini í 2-0 sigrinum hjá 07 Vestur á EB/Streymi. Sundalagsmenn høvdu fleiri stórar møguleikar, men tað eydnaðist ikki at skora nakað mál í dag.

Botnliðini, ÍF og B68, spældu aftur í dag javnleik, hesaferð 2-2. Tað líktist einum B68 sigri, men Elvio Gelmini javnaði, tá 94. minuttir vóru farnir.

Hóast NSÍ spældi í ein hálvan tíma við tíggju móti ellivu, hildu teir leingi oddaliðið, Víking frá at skora. Men í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat skoraði Víkingur tvær ferðir. Poul Kallsberg og Martin Klein stóðu fyri málunum.

HB eltir enn fyrsta plássið. Í dag vann HB 2-1 á grannunum úr B36. Mikkel Dahl legði HB á odda í fyrra hálvleiki, Marius Kryger Lindh javnaði í seinna hálvleiki fyri B36, og tá 69. minuttir vóru farnir skoraði Viljormur Davidsen sigursmálið fyri HB við beinleiðis frísparki.

07 Vestur – EB/Streymur 2-0
Mánadagin 20. mai
á Dungasandi, Sørvágur

ÍF – B68 2-2
Mánadagin 20. mai
í Fløtugerði, Fuglafjørður

Víkingur – NSÍ 2-0
Mánadagin 20. mai
í Sarpugerði, Norðragøta

HB – B36 2-1
Mánadagin 20. mai
Gundadalur, Tórhavn

Skála – KÍ 0-1
Týsdagin 21. mai
undir Mýruhjalla, Skála

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.