1. UMFAR, LØGMANSSTEYPIÐ

24. apr. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: B36, EB/Streymur, B68, Víkingur, TB, AB og HB hava spælt seg víðari í fjórðingsfinalurnar.

B36 vann 3-1 á Skála og hevur spælt seg víðari í fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið.

EB/Streymur helt sanna málveitslu við Margáir, tá teir í dag bukaðu 07 Vestur heili 5-0.

Villiam Emil Klein skoraði eitt sera flott mál, sum syrgdi fyri, at B68 vann 1-0 á ÍF.

Í Klaksvík vann HB 3-2 á KÍ í einum sera undirhaldandi og spennandi dysti.

AB vann eftir brotssparkkapping á B71.

FC Hoyvík kom óvæntað á odda móti Víkingi, men víkingarnir vendu gongdini og vunnu 3-1.

TB vann 2-0 í grannauppgerðini móti FC Suðuroy.

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar:

Víkingur-AB

B36-NSÍ

EB/Streymur-HB

TB-B68

B36 – Skála 3-1
Hósdagin 25. apríl
Gundadalur, Tórshavn

B68 – ÍF 1-0
Hósdagin 25. apríl
Svangaskarð, Toftir

KÍ – HB 2-3
Mikudagin 24. apríl
við Djúpumýru, Klaksvík

FC Hoyvík – Víkingur 1-3
Mikudagin 24. apríl
Hoyvíksvøllur, Hoyvík

EB/Streymur – 07 Vestur 5-0
Hósdagin 25. apríl
Margáir, Streymnes

FC Suðuroy – TB 0-2
Mikudagin 24. apríl
á Eiðinum, Vágur

B71 – AB 6-7 (brotssp.)
Mikudagin 24. apríl
inni í Dal, Sandur

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.