Samandráttir frá 5. umfari

14. apr. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: 07 Vestur vann 2-1 á B68 í sera undirhaldandi dysti á Svangaskarði, har toftamenn fara at iðra seg nógv um mistøkini, ið høvdu við sær, at gestirnir fingu tvey mál.

Bartal Wardum syrgdi fyri, at HB vann 1-0 á KÍ í Gundadali.

í Sarpugerði komu Poul Kallsberg og Géza David Turi á máltalvuna í 2-1 sigrinum hjá Víkingi á Skála. Kristian Martin Jacobsen skoraði fyri Skála.

ÍF sá reytt við Margáir, har teir fingu tveir spælarar vístar av vølli í fyrra hálvleiki. Tað hevði við sær, at EB/Streymur vann 5-0 stórsigur.

NSÍ vann annan sigurin á rað. Hesaferð var tað Klæmint A. Olsen, ið syrgdi fyri sigursmálinum í 1-0 sigrinum á B36.

HB – KÍ 1-0
Sunnudagin 14. apríl
Gundadalur, Tórshavn

Víkingur – Skála 2-1
Sunnudagin 14. apríl
Norðragøta, Sarpugerði

EB/Streymur – ÍF 5-0
Sunnudagin 14. apríl
við Margáir, Streymnes

NSÍ – B36 1-0
Sunnudagin 14. apríl
við Løkin, Runavík

B68 – 07 Vestur 1-2
Mánadagin 15. apríl
á Svangaskarði, Toftir

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.