
Samandráttir frá 23. umfari
24. sept. 2023 | Betri deildin - mennMENN: Hvørki HB ella B36 megnaðu at skora nakað mál í grannauppgerðini, sum endaði 0-0.
ÍF vann 3-1 á AB í sera spennandi botnuppgerð, har AB spælarin, Ragnar Skála tvær ferðir fekk gula kortið fyri at royna at filma seg til brotsspark. Martin Overgaard, hjálparvenjari hjá AB, var als ikki nøgdur við dømingina.
Sølvi Vatnhamar skoraði tvær ferðir í 3-1 sigri hjá Víkingi á 07 Vestur. Víkingur hevur nú vunnið níggju dystir á rað.
Á Toftum vóru sundalagsmenn ikki blíðir, tí teir hildu, at B68 fekk eitt brotsspark, sum teir ikki áttu at fáa. Dysturin millum B68 og EB/Streym endaði 2-2.
Hóast TB kom á odda 1-0, lat KÍ ongan iva vera um, hvat lið var sterkari. Oddaliðið vann 5-1.
ÍF – AB 3-1
Sunnudagin 24. september
í Fløtugerði, Fuglafjørður
B68 – EB/Streymur 2-2
Sunnudagin 24. september
Svangaskarð, Toftir
TB – KÍ 1-5
Sunnudagin 24. september
við Stórá, Trongisvágur
Víkingur – 07 Vestur 3-1
Sunnudagin 24. september
í Sarpugerði, Norðragøta
B36 – HB 0-0
Mánadagin 25. september
Gundadalur, Tórshavn