Hvussu stovni eg brúkara til Televarpsappina og netvarpið á tv.fo?
Ofta settir spurningarFyri at síggja Televarpið á appini ella á netvarpinum á tv.fo mást tú fyrst stovna tær ein brúkara. Hetta ger man inni á sjálvgreiðsluni, Um tú ikki hevur brúkara til sjálvgreiðsluna, sí vegleiðing her.
Um tú longu hevur ein brúkara til sjálvgreiðsluna, so skalt tú bara fylgja hesi vegleiðing.
Innrita á sjálvgreiðsluna
Trýst síðani á knøttin “Stovna netvarpkontu”, har skalt tú velja eitt loyniorð og trýst á knøttin “Virkja”.
Um hetta eydnaðist, fært tú at ein teldupost frá Televarpinum.
Um tú á sjálvgreiðsluni trýstir á “Mítt hald” og síðani á Netvarp kontur, so sært tú eisini hvørja teldupost adressu tú hevur nýtt til at stovna brúkaran. Um tú ikki minnist til loyniorði, kanst tú eisini broyta tað her, við at trýsta á broyt loyniorð.
Gev gætur! Um knøtturin “Stovna netvarpkontu” ikki er sjónligur, so hevur tú longu eina netvarp konto. (hygg undir Mítt hald ->Netvarp kontur )
Sí video: