Um Televarpið

Televarpið bjóðar sjónvarp til føroyska húsarhaldið. Síðan stovnan hevur Televarpið lagt stóran dent á at veita eitt breitt úrval av sjónvarpsrásum og pakkum settum saman á ein hátt, soleiðis at flestu føroyingar kunnu finna eina loysn, ið hóskar.

Úrvalið fevnir bæði um rásir, ið verða sendar við talgilda sendinetinum, umframt tær, ið verða sendar við internetinum. Les meira um hetta undir valmyndini hald.

 

Fakta

Televarpið varð stovnað í juli 2002 og byrjaði at senda fylgissveinasjónvarp 5. desember 2002. Fyritøkan er eitt dótturfelag hjá Føroya Tele.

Televarpið heldur til í Klingruni 1 í Hoyvík.

Í løtuni røkkur talgilta (digitala) sendinetið hjá Televarpinum út til uml. 94% av føroysku húskjunum