Hvat krevst fyri at móttaka talgilda sjónvarpssignalið?

Fyri at móttaka talgilda sjónvarpssignalið krevst ein UHF antenna og ein MPEG-4 móttakari, sum kann móttaka MPEG-4.

Antennan skal standa soleiðis fyri at frítt sikti er til sendistøðina.

Um so er at signalið verður deilt til fleiri móttakarar ella sjónvørp í húsinum kann vera neyðugt at brúka forsterkara. Forsterkarin skal altíð vera tætt við antennuna.


Hvørja sendistøð skal antennan peika móti?

Vel bygdina ella býin tú býrt í niðanfyri. Har sært tú hvar sendsstøðin tú skal peika móti er.

Hvussu skal antennan venda?

Klæni endin skal peika móti sendistøðini, og um so er at talan er um horisontala (HOR) polarisatión skulu pinnarnir vera vatnrættir. Er talan um Vertikala (VER) polarisatión skulu pinnarnir venda loddrætt


Hjálp?Um tú hevur tørv á vegleiðing, at innlesa móttakaran av nýggjum, ert tú vælkomin at ringja til Televarpið á á 340340. Vit svara mánadag til fríggjadag frá 9-18.

Bygd /by Sendistað Pol Kort MUX1 MUX2 MUX3 MUX4
Vágar
Bøur Sørvágur, Skeiðin Horisontal 52 50 48 46
Gásadalur Gásadalur Horisontal 0 22 0 0
Miðvágur Miðvágur, Presttangi Horisontal 47 49 51 45
Mykines Mykines Horisontal 22 0 0 0
Sandavágur Miðvágur, Presttangi Horisontal 47 49 51 45
Sørvágur Sørvágur, Skeiðin Horisontal 52 50 48 46