Hvat krevst fyri at móttaka talgilda sjónvarpssignalið?

Fyri at móttaka talgilda sjónvarpssignalið krevst ein UHF antenna og ein MPEG-4 móttakari, sum kann móttaka MPEG-4.

Antennan skal standa soleiðis fyri at frítt sikti er til sendistøðina.

Um so er at signalið verður deilt til fleiri móttakarar ella sjónvørp í húsinum kann vera neyðugt at brúka forsterkara. Forsterkarin skal altíð vera tætt við antennuna.


Hvørja sendistøð skal antennan peika móti?

Vel bygdina ella býin tú býrt í niðanfyri. Har sært tú hvar sendsstøðin tú skal peika móti er.

Hvussu skal antennan venda?

Klæni endin skal peika móti sendistøðini, og um so er at talan er um horisontala (HOR) polarisatión skulu pinnarnir vera vatnrættir. Er talan um Vertikala (VER) polarisatión skulu pinnarnir venda loddrætt


Hjálp?Um tú hevur tørv á vegleiðing, at innlesa móttakaran av nýggjum, ert tú vælkomin at ringja til Televarpið á á 340340. Vit svara mánadag til fríggjadag frá 9-18.

Bygd /by Sendistað Pol Kort MUX1 MUX2 MUX3 MUX4
Suðuroy
Akrar Porkeriskambu Horisontal 37 39 41 43
Fámjin Fámjin Horisontal 37 39 41 43
Froðba Froðba Horisontal 47 49 51 45
Hov Porkeriskambu Horisontal 37 39 41 43
Hvalba Hvalba, Hundagjógv Horisontal 52 50 48 46
Lopra Lopra Horisontal 52 50 48 46
Nes Hvalba, Hundagjógv Horisontal 52 50 48 46
Nes Lopra Horisontal 52 50 48 46
Porkeri Porkeriskambur Horisontal 37 39 41 43
Sandvík Sandvík, tunnilsmunnan Horisontal 37 39 41 43
Sumba Sumba Horisontal 22 24 26 28
Sumba Spáafelli Horisontal 47 49 51 45
Trongisvágur Trongisvágur, Hvalurin Horisontal 52 50 48 46
Tvøroyri Øravíkarlíð Horisontal 37 39 41 43
Vágur Lopra Horisontal 52 50 48 46
Vágur Vágur Horisontal 36 38 40 42
Vágur Spáafelli Horisontal 47 49 51 45
Øravík Froðbiarnakkur Horisontal 53 55 57 59
Øravíkarlíð Øravíkarlíð Horisontal 37 39 41 43