Dagføring til nýggja TV0001 móttakaran. Sí http://tv.fo/forrit/ftT001
Nýggjasta haldið hjá Televarpinum er Ælabogi+, ið gevur tær nýggjar og spennandi møguleikar við tínum sjónvarpi.
Við Ælaboga+ fært tú nakrar rásir við vanliga Televarpsmóttakaranum, og aðrar umvegis breiðbandið við IP sjónvarpi. Hesar síggjast longur niðri í høgru síðu.
Fyrimunir
Í Ælaboga+ eru 32 rásir.
Við teimum rásunum, ið eru á IP sjónvarpinum, fært tú møguleika at seta sendingina á pausu, umframt at tú kanst taka upp sendingar. Tú kanst taka upp á einari rás, meðan tú hyggur at einari aðrari, og tú kanst skráseta upptøkur dagar frammanundan.
Eisini kanst tú lega filmar heima umvegis sjónvarpið – les meira her
Tríggir eykapakkar eru til Ælaboga+, og teir sært tú longur niðri á síðuni.
Krøv
Fyri at fáa Ælaboga+ krevst:
- At UTP káplar eru frá routaranum til eitt stikk tætt við sjónvarpið, umframt at tú skalt hava ein AirTies beinara til títt breiðband.
- Eitt 20 Mbit breiðband og breiðbandsískoyti (hetta seinna veldst um tín breiðbandsveitara)
- Ein televarpsmóttakari
Kunning
*Tá tú keypir Ælaboga+ er íroknað í stovningarkostnaðin, at ein montørur kemur og setir IP sjónvarpið hjá tær til. GG: Montørurin leggur ikki UTP káplar í húsinum – hesir skulu vera har áðrenn.
Í vinstru síðu ber til at síggja, um tú kanst fáa Ælaboga+. Møguleikin at fáa Ælaboga+ er tengdur at breiðbandsferðini, ið til ber at fáa í økinum.
Bestu nyttuna fært tú burturúr, um tú hevur eitt sjónvarp við einum HDMI inngongd - altso eitt HD ella HD Ready sjónvarp.