Televarpið

Viasat fyri Canal+

Mikudagur 2. mai kl. 19:06

1. mai varð Canal+-eykapakkin á Televarpinum skiftur um við Viasat Film.
Rásirnar í Viasat Film eru Viasat Film, Viasat Family, Viasat Action og Viasat Drama. Samanlagt hava rásirnar á leið 230 frumsýningar um árið.
Hjá kundum, sum longu høvdu Canal+ sum ískoytispakka, varð sjálvvirkandi broyting gjørd 1. mai, og hartil fáa hesir kundar Viasat-pakkan ókeypis fyrsta mánaðin. Tó er neyðugt at boða okkum frá á telefon 340340 ella á tv@tv.fo í seinasta lagi 15. mai, um pakkin ikki skal detta burtur.
Til og við desember mánað 2012 kostar Viasat-pakkin 99 kr. um mánaðin. Eftir hetta verður fasta mánaðargjaldið kr. 199.

Deil á Facebook