Televarpið

Upgrade

Mikudagur 22. august kl. 19:00 TV2

Simon Talbot er nú á ferð í Danmark við einum lastbili fullum av spennandi vinningum, ið hepnir vinnarar kunnu leggja afturat innbúgvinum í húsið teirra. Men tað er nógv uppá spæl, tí ætla tey luttakandi at vinna, mugu tey leggja okkurt í pottin. Hetta kann vera teirra sjónvarp, sofa, ella enntá teirra song.

Nýggju foreldrini Lisa og Peter elska spurnakappingar, og vóna tey, at tey megna at vinna eitthvørt nýtt til nýggja heimið hjá teimum. Lisa er lækni og Peter er bio-analytikari, so tey bera als ikki ótta fyri teimum vísindaligu spurningunum.

Men hvussu gongst teimum, tá ið evni er franskt vín ella býir í Danmark?

Vertur: Simon Talbot.

Deil á Facebook   
  • BEINLEIÐIS FÓTBÓLTUR