Amr. actionfilmur frá 2004.
Cary Ford er ein skjótt koyrandi bikari, ið eftir longri tíð í útlegd kemur aftur til vinir og gomlu unnustuna Shane. Tíverri gongur ikki long tíð áðrenn Carey av órøttum verður ákærdur fyri at hava myrt beiggjan hjá harðføra bikaranum Trey Wallace.
Men veruleikin er tann, at tað er kendi brotsmaðurin Henry, ið er leiðari fyri bikara-bólkin The Hellions, ið hevur framt morði. Carey og vinfólkini verða nú noydd at flýggja undan Wallace og hansara monnum og einum heldur løgnum FBI agenti.
Tíbetur fær Carey hendur á heimsins skjótastu motorsúkklu. Og henni fær hann meir enn so brúk fyri.
Leikarar:
Cary Ford: Martin Henderson
Shane: Monet Mazur
Trey Wallace: Ice Cube
Henry: Matt Schulze
Agent McPherson: Adam Scott