Á eini heilsustovu fyri etingar-ólag, hitta vit troystar-átarin Hugh. Eisini hitta vit Lauru, ið greiðir frá hvussu hennara etingar-ólag hevur við sær, at hon einans etur 600 kaloriur um dagin.
Vælumtókta sendingin er nú aftur fyri fimtu ferð. Í hvørjari sending hitta vit tveir persónar, ið eru ávirkaðir av einum etingar-ólagi. Annar luttakarin er heilt rak og hin vigar alt ov nógv.
Endamálið við heilsustovuni er at vísa luttakarunum, hvørjar avleiðingar kostvanarnir hjá teimum hava. Í flestu førum eru avleiðingarnar lívshættisligar.