”Sommer i Sunny Beach” er nú aftur – og aftur í ár ber til at fylgja við á TV3. Rásin fylgir lívligu barr-fólkunum, gestum og ferðaskiparum í einum av lívligastu býnum í Bulgaria.
Nøkur kend andlit eru við aftur í ár. Eitt nú hitta vit ”Flotte Fyr”, sum í ár letur upp sína egnu barr. Men tað gerst skjótt greitt, at tað eru fitt av duldum freistingum, nú hann er egin stjóri.
Systrarnar Tina og Annika eru eisini aftur í Sunny Beach. Og tær mugu eisini ásanna, at tað ikki altíð er líka lætt at stýra sær, tá ið eitt sindur av alkoholi er farið niðurum.
Alt er loyvt í Sunny Beach, og tá ballið er byrja, kann alt henda.