Televarpið

Sex and the City: The Movie

Leygardagur 25. mai kl. 19:55 TV2

Amr. filmur frá 2008

Carrie Bradshaw er ein røtt stórbýar-dama, og hon og vinkonurnar Samantha, Miranda og Charlotte vita alt um móta, matstovur og hvat er ”in” í løtuni. Men tá ið tað umræður kærleika, so vita tær í øllum førum ikki alt.

Tó so, er Carrie í einum parlagi saman við unnustanum Mr.Big, og eru tey í holt við at leggja brúdleyps-ætlanir. Men Carrie má ásanna, at alt ikki gongur júst sum hon vil.

Leikarar: Carrie Bradshaw: Sarah Jessica Parker, Samantha Jones: Kim Cattrall, Miranda Hobbes: Cynthia Nixon, Charlotte York Goldenblatt: Kristin Davis, Mr. Big: Chris Noth..

Deil á Facebook