Beinleiðis Premier League fótbóltur frá Goodison Park.
Fyrsta umfar í ársins Premier League kapping, verður runda av við dysti millum Everton og Manchester United. United endaði seinasta kappingarár á einum øðrum plássi, og eru teir uttan iva eitt av teimum liðinum, ið kunnu enda á fyrsta plássi tá ið kappingin endar. Men tað merkir, at teir skulu vinna dystir. Og tað er ikki beinleiðis ein lættur dystur nú teir hitta fyrsta mótstøðuliðið Everton, ið seinasta kappingarár endaði á einum sjeynda plássi.