Televarpið

OL Fótbóltur: USA-Japan (k)

Hósdagur 9. august kl. 19:40 DR2

Beinleiðis OL fótbóltur.

OL fótbólts kappingin hjá kvinnum er nú komin so mikið ávegis, at finala skal leikast. Og tað verður uttan iva ein spennandi finala hóskvøldið, nú amerikanarar taka ímóti japanska landsliðinum.

Amerikanska landsliði hevur spælt seg rímiliga trygd í finaluna við sigrum á eitt nú Fraklandi og Suður Korea. Í 1/2 finaluni leiktu tær ímóti kanadiska landsliðinum, og megnaður tær at vinna dystin 4-3. Japansku kvinnurnar hava eisini leikt seg í finaluna, men við heldur torførari dystum enn amerikansku kvinnurnar. Fyri at røkka finaluni, hava tær vunnið á stórum fótbólts-tjóðum so sum Brasilia og Frankaríki.

Deil á Facebook